Hesin er ársins spælari

Premier League: Hóast Harry Kane bleiv toppskjútti og legði upp til flest mál, so fór ein miðverji avstað við heitinum

Premier League hevur saman við fjepparum valt Ruben Días til ársins spælara. Miðverjin kom til Manchester City frá Benfica undan hesum kappingarárinum. Portugisin hevur verið ein partur av eini sterkari verju hjá ensku meistarunum.

 

Øll eru tó ikki nøgd við valið av Ruben Días. Serliga er tað Harry Kane, sum hevur útmerkað seg hjá Tottenham. Hann bleiv toppskjútti í Premier League við 23 málum, og hann hann átti flest upplegg.

 

Eisini vóru liðfelagirnir hjá Ruben Días, Kevin De Bruyne og Ilkay Gundogan, í uppskoti saman við Jack Grealish (Aston Villa), Mason Mount (Chelsea), Bruno Fernandes (Manchester United) og Mohamed Salah (Liverpool).

 

Ruben Días er eisini kosin ársins spælari av skrivandi miðlunum. Nú manglar bara PFA Player of the Year, sum er heiðurin, har eitt nú spælararnir og venjararnir atkvøða.