Nú er greitt, at tað verður Alex Troleis, ið skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnum dømir Bjarki Danielsen. Finalan hesaferð verður ímillum KÍ og Víking. Tað skrivar fsf.fo í dag.
Alex Troleis hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 2011, og hesi fimm árini hevur 36 ára gamli brasiliumaðurin, búsitandi á Toftum, dømt fleiri enn 250 dystir í føroysku kappingini. Fyrr í ár varð Alex Troleis eisini útnevndur sum nýggjur FIFA-dómari fyri Føroyar.
- Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg sjálvandi til dystin. Tað er heldur eingin loyna, at hesum havi eg arbeitt fram ímóti, og nú er deiligt at fáa møguleikan. Tað hevur eisini gingið væl í hesum kappingarárinum, og tá hugsi eg serliga um, at eg fyrr í ár bleiv útnevndur til FIFA-dómara, sigur Alex Troleis við heimasíðuna hjá FSF.
Hjálpardómarar í finaluni um Løgmanssteypið vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard, meðan Dagfinn Forná verður 4. dómari. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, kl. 18:00. KÍ og Víkingur eru í finaluni.
Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Bjarki Danielsen. Hjálpardómarar verða Jón M. Johannesen og Sámal Weihe, og 4. dómari verður Pætur Albinus.
Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum HB og KÍ, verður spæld leygardagin 3. september, klokkan 18:00.