Greiningarfyritøkan focus2move hevur eitt boð upp á, hvørji bilar vóru mest seldir í heiminum í 2016. Tað er trupult at savna sølutøl, og tí skal listin takast við einum vissum fyrivarni, men listin gevur ábendingar um, hvørjir bilar vóru mest seldir í fjør.
Ovast á listanum hjá focus2move er ein bilur, sum eisini føroyingar kenna væl. Tað er nevniliga Toyota Corolla, sum seldi góðar 1,3 milliónir í fjør.
Næstur á listanum er F-røðin hjá Ford, sum seldi góðar 993.000 bilar í fjør. Síðani koma VW Golf, Hyundai Elantra, Honda CR-V og Ford Focus.
Topp 10 hjá focus2move yvir mest seldu bilar í heiminum i 2016 sær soleiðis út:
1. Toyota Corolla 1.316.383
2. Ford F-røðin 993.779
3. VW Golf 991.414
4. Hyundai Elantra 788.081
5. Honda CR-V 752.463
6. Ford Focus 734.935
7. Toyota RAV4 724.198
8. VW Polo 697.887
9. Honda Civic 668.707
10. Toyota Camry 746.349