Tað er neyðugt, at Landsstýrið og kommunurnar kring landið, tosa meiri saman.
Tað halda bæði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið er í ferð við a samtykkja eitt uppskot um at lata lærlingar kunna tjena 50.000 krónur, skattafrítt.
Kristin Michelsen vísir á, at hetta fer at kosta kommununum fleiri milliónir í mistum inntøkum. Og hann heldur, at hendan gongdin ber ikki til, har Løgtingið, ferð eftir ferð, samtykkir uppskot, sum kosta kommununum inntøkum - uttan at tað verður gjørt í samráð við kommunurnar.
Tí heitir hann staðiliga á landsstýrið um at hava eitt betri samskifti við kommunurnar.
Hann sigur, at eldraøkið er eitt ræðudømi um, hvussu illa tað kann ganga, tá ið landsstýrið áleggur kommununum skyldur, uttan at tað er nóg væl fyrireikað, tí tað er ein reinur ellubiti enn tann dag í dag.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at í Noregi er eitt samstarvsráð sett ímillum stjórnina og kommunurnar, og hetta samstarvsráðið viðger øll mál, sum eru ímillum stjórnina og kommununa.
Hann heldur, at hetta er nakað, vit eisini eiga at umhugsa í Føroyum, og tað tekur Kristin Michelsen undir við.