Hesi vunnu Robert-heiðursløn í kvøld

Ársins stóri vinnari gjørdist filmurin "Den Skyldige", sum vann heilar sjey heiðurslønir

Í kvøld hevur stórt og fínt tiltak verið í Tivoli fyri fólk í donsku filmsvinnuni, tí í kvøld varð Robert-heiðurslønin latin. Talan er tilsamans um 30 ymsar heiðurslønir, sum verða latnar sum eitt herðaklapp til filmfólk í Danmark. Robert-heiðurslønin er danska svarið uppá Oscar-virðislønina.

 

Ársins stóri vinnari gjørdist "Den Skyldige", sum vann heilar sjey heiðurslønir - harímillum heiðurslønina sum ársins danski spælifilmur. Filmurin er leikstjórnaður av svenska Gustav Möller, og tað er danski Jakob Cedergren, ið spælir høvuðsleiklutin, sum hann eisini vann virðisløn fyri.

 

Tilsamans vórðu 30 heiðurslønir. Niðan fyri sæst eitt yvirlit av nøkrum av Robert-heiðurslønunum, ið vóru latnar í kvøld.

 

Ársins danski spælifilmur: "Den skyldige"

Ársins barna- og ungdómsfilmur: "Ternet Ninja"

Ársins leikstjóri: Gustav Möller fyri "Den skyldige"

Ársins originala leikrit: Gustav Möller og Emil Nygaard Albertsen fyri "Den skyldige"

Ársins adapteraða leikrit: Anders Matthesen fyri "Ternet Ninja"

Ársins mannliga høvuðsrolla: Jakob Cedergren í "Den skyldige"

Ársins kvinnuliga høvuðsrolla: Katrine Greis-Rosenthal í "Lykke-Per"

Ársins dokumentarfilmur: "Olegs krig", leikstjórnaður av Simon Lereng Wilmont

Ársins sjónvarpsseria: Herrens veje II