Sunnukvøldið vóru seks heiðurslønir lætnar á árliga Planet Awards. Eisini varð serligt herðaklapp latið tónleikabólki við 25 árum á baki. Planet Awards heiðrar føroyskar tónleikarar, og í ár vóru heiðurslønirnar lætnar hesum bólkum og einstaklingum:
Besti føroyski bólkur ella einstaklingur:
Páll Finnur Páll
Besta útgáva:
The Sky is Opening - Guðrið Hansdóttir
Besta songkvinna:
Eivør Pálsdóttir
Besti sangari:
Brandur Enni
Besti nýggi bólkur:
Oniontree
Besta lagið:
Under the sun - The Dreams
Umframt hesar heiðurslønir var serliga Planet herðaklappið í ár latið Frændum.