Hesi trý vunnu skrivikapping

Tríggir vinnarar eru funnir til árligu skrivikappingina, hildin í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Kim Simonsen, Jana Mortensen og Anita Gudmundarson (Mynd frá Runavíkar kommunu á runavik.fo)

Hesaferð var formatið at skriva eina yrking á í mesta lagið 1.000 orð.

 

Tekstaslag: yrkingar

 

Dómsnevndin var Dorit Hansen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergljót av Skarði

 

1. virðisløn:

 

Kim Simonsen við yrkingini: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum.

 

2. virðisløn:

 

Jana Mortensen við yrkingini: Ikki - yrkjara yrking á yrkingardegnum

 

Serstøk virðisløn til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir:

 

Anita Gudmundarson: Klivplantan

 

Kim Simonsen, Jana Mortensen og Anita Gudmundarson (Mynd frá Runavíkar kommunu á runavik.fo)