Fyribils skráin fyri drotningavitjanina er nú løgd í sambandi við, at Margretha, drotning, og Heindrikkur, koma á Føroya vitjan mitt í juni.
Gjørt verður tó vart við, at broytingar kunnu verða, sum tíðin líður.
Men Drotningin og Heindrikkur, prinsur, koma í Vágar mánakvøldið 15. juni klokkan 18 og ein hálvan tíma seinni fara tey til Havnar.
Meiri er ikki á skránni tann dagin, men týsmorgunin verður farið til Suðuroyar við kongaskipinum, sum leggur at á Drelnesi klokkan 9.15, og har føroyskir árabátar taka ímóti úti á fjørðinum.
Síðani verður vitjað á Salt, á Sjúkrahúsinum, í skúladeplinum í Suðoroy, og í Hvalba, har drotningin leggur grundarsteinin til nýggja barnagarðin, og vitjar á eldrasambýlinum.
Á Tvøroyri fer Heindrikkur, prinsur, eisini ein túr í fjørðin við Thorshavn.
Í Hvalba skal Heidrikkur, prinsur eisini planta eitt træ, sum skal vera byrjanin til eina viðarlund beint við barnagarðin. Í Hvalba sleppa tey eisini at síggja eftirgjørda Hellið, sum tey brúktu at halda til í, tá ið tey fyrr vóru í Lítlu Dímum.
Í Sandvík verður farið at hyggja at einum friðaðum húsum í bygdini, sum sigast at vera elstu hús í Suðuroy. Um kvøldið verður so farið aftur á Tvøroyri.
Klokkan 10 mikumorgunin kemur kongaskipið til Havnar, her drotningin og fylgi hennara, fara at síggja Tinganes, Løgtingið, Boðanesheimið, vindmyllulundina í Húshaga, fabrikkina hjá Østrøm, Norðurlandahúsið, og annað.
Og hósdagin 18. juni, sama dag, fólkatingsvalið er, verður farið í Sandoy, har kongaliga fylgið vitjar á Skarvanesi, í Skopnum, Listasavnið á Sandi, og annað.










