Hesi støðu ræðast suðuroyingar at enda í

Suðuroyingar hava eina ræðumynd í sambandi við samferðsluna til Havnar í framtíðini

Verður ikki rætt atborið, er vandi fyri, at ferðasambandi ímillum Suðuroy og Havnina, kann verða sett nógv ár aftur í tíðina.

 

Tað eru tað fleiri, sum stúra fyri – og tað kom eisini til sjóndar á kunnandi fundinum í Skúladeplinum í Hovi mánakvøldið um Suðuroyartunnilin. Og ræðumyndin er, at Suðuroyartunnilin ikki verður gjørdur, og at ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina verður lagt umvegis Sandoynna, tá ið Sandoyartunnilin er gjørdur.

 

– Tá ið Sandoyartunnilin er gjørdur, má eisini ein greið ætlan fyriliggja um ein Suðuroyartunnil, staðfesti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum eisini var á kunnandi fundi.

 

– Er ein slík ætlan ikki klár, við teirri avleiðing, at Smyril verður uppslitin, og skal skiftast út, fáa vit ikki ein líka gott skip aftur, helt hon fram.

 

– Tá er vandi fyri, at vit fáa ein minni bát, sum skal sigla úr Suðuroy á Sand. Og so fáa vit sama ruðuleika, sum tey hava á Gomlurætt, á Skopunarkei, og sum tey høvdu á Oyrargjógv, har bíðirøðirnar av bilum, og fólki, sum skulu við, ongan enda taka, staðfesti Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at tað støðuna mugu vit undir ongum umstøðum koma í, tí tað fer at seta ferðasambandið til og úr Suðuroynna fleiri ár aftur í tíðina og tí ræður um at vera eitt sindur frammanfyri sína tíð og at fyrireika Suðuroyartunnil í góðari tíð.

 

Zakarias Wang, sum eisini var komin á kunnandi fundin um Suðuroyartunnilin, vísti á, at skal ferðasambandið við Suðuroy leggjast umvegis Sandoynna, skal nógvur peningur brúkast upp á ferjulegur og vegir í Sandoy, umframt eina nýggja ferju

 

– Tá verður tænastustøðið enn verri enn tað er í dag, sigur hann.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað er skjótt at verða samd um tað.Skulu vit byggja ein nýggjan Smyril, kostar hann ímillum 800 milliónir og eina milliard, sigur hann.Og hann leggur dent á, at tað talan kann ikki verða um at tvinga Suðuroyingar, sum koma av meginøkinum, upp í Sandoynni, uttan at hava tunnil víðari til Suðuroyar, tí tað hevði endað við ruðuleika, sigur landsstýrismaðurin.