Hesi spæla á FMA 2022

Tann 12. mars verður FMA aftur við fullum sali og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli.

Lena Andersen fer á pall við FMA 2022 (Mynd; Amy Hansen)

Tvey ár upp í slag hava føroysku tónlistavirðislønirnar verið raktar av koronu, men nú er líkt til, at FMA verður sum tað plagar - tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum og við fullum sali av fólki í Norðurlandahúsinum.

 

Í 2020 var tiltakið sent uttan áhoyrarar og í fjør var talan um bandaða sjónvarpssending.

 

Átta tónleikabólkar og einstaklingar spæla á FMA í ár. Hesi eru:

 

Eivør

 

Bjarki Hansen

 

EKA

 

Det Ferösche Compagnie

 

Knút

 

Fróði Bjarnason

 

TeenStreet

 

Lena Anderssen

 

 

 

Fólkið velur

 

Tann 3. mars varð kunngjørt, hvørji eru í uppskoti í teimum ymsu flokkunum á FMA 2022. Síðani hevur borið til at atkvøða um Áhoyraravirðislønina á Sona-appini. Tað er virðisløn, sum fólkið velur burturav.

 

FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum leygarkvøldið 12. mars.

 

Lena Andersen fer á pall við FMA 2022 (Mynd; Amy Hansen)