Leygarkvøldið klokkan 19.30 verður Norðurlandahúsið karmur um FMA 2018 - føroysku tónlista virðislønirnar, har 18 virðislønir verða handaðar. Hetta er fimtu ferð, at FMA er á skránni og aftur í ár verða fleiri framførslur í Norðurlandahúsinum við tónleikarum, sum hava gjørt vart við seg í árinum, sum farið er.
Tey, sum kunnu upplivast til FMA 2018 eru hesi.
- Mattias Kapnas
- Eyðun Nolsøe
- Lea Kampmann
- Alda Magna
- Son of Fortune
- Tarira
- Ólavur á Váli
- Asyllex
- FRUM
- MOMO