Parasport Føroyar hevur úttikið íðkararnar ið skulu til Special Olympics World Games í 2019. Tíggju íðkarar verða við á ferðini, umframt venjarar, lækna og ferðaleiðarar.
Á fyrsta sinnið verður eisini luttikið í Unified kappingum, har ein við menningartarni, og ein uttan menningartarn, kappast saman.
Tey, sum eru úttikin eru:
Rútmiskur fimleikur
Bjørt Hermansen
Eyð Patursson
Súsanna Johannesen
Jenny Solveig Thomsen
Boccé
Hilda Poulsen
Svimjing
Heidi Eliasen
Signa Vár Joensen
Frælsur ítróttur
Meiken Salberg Olsen
Rúni Jacobsen
Badminton
Oddur Gleðisheygg
Special Olympics World Games í Abu Dhabi er størsta ítróttar- og humanitær tiltak í heiminum í 2019, har fleiri enn 7000 íðkarum úr fleiri enn 170 londum kappast í 24 ítróttargreinum.
Leikirnir verða settir 12. mars, og endahátíðin verður 21. mars, men føroyska ferðalagið fer úr Føroyum longu 8. mars. Og tað er tí at byrjað verður við sokallaðum Host Town visit í tríggjar dagar, har luttakararnir eru gestir í einum av hinum Emiratunum, áðren farið verður til Abu Dhabi.
Host Town vertir hjá Føroyum er Fujairah, ið er eitt av minni kendu Emiratunum ið er skal hava sera vakurt fjallalendi, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevari í Parasport Føroyar.
Sjálvar ítróttarkappingarnar verða í Abu Dhabi og í Dubai. Special Olympics er heimsumfatandi felagsskapur ið ígjøgnum ítrótt fremur vitan um, og inklusjón av fólki við menningartarni, sigur hann.










