Hesi skulu svimja fyri Føroyar

Føroyameistarakappingin í svimjing, sum júst er farin aftur um bak, var seinasta freist hjá svimjarunum at náa kravtíð til evropameistarastevnuna í Keypmannahavn og Norðurlandameistarastevnuna í Reykjavík, sum verða í desember mánaði.

 

Signhild Joensen og Óli Mortensen hava svomið seg til kravtíðina til evropameistarastevnuna. Signhild í 200 m rygg og Óli í 400 m og 1500 m frí.

 

Hesi hava klárað kravtíð til Norðurlandameistarakapping í Reykavík:

Alvi Hjelm, Ægir

Ásbjørg Hjelm, Reystið

Jana Bjartalíð Thomsen, Ægir

Marius Ihlen Garðshorn, Havnar Svimjifelag

Rólant Toftum, Susvim.

 

Juniorarnir sum hava klárað kravtíðina til Norðurlandameistarastevnuna eru:

Martin Sivertsen, Ægir

Rókur Trygvason, Ægir

Rebekka Trygvadóttir, Ægir

 

Alisa Vestergaard, Susvim

Sára R. Nysted, Susvim

 

Bartal E Eidesgaard, Havnar Svimjifelag

Johan N. Dam, Havnar Svimjifelag

Eyðrið Mortensen, Havnar Svimjifelag

Vár E. Eidesgaard, Havnar Svimjifelag

Súsanna Tummasardóttir, Havnar Svimjifelag