Hesi skulu kappast um at leggja ein heilan býarpart í Havn til rættis

Økið er sum 80 fótbóltsvøllir til støddar og nú skal finnast út av, hvussu tað skal byggjast

Økið við Stórutjørn í Havn verður tann næsti stóri býrarparturin í Havn. Tað ætlar Tórshavnar býráð og tí fara tey nú at skipa fyri eini kapping um, hvussu alt økið skal skipast.

Og nú er eisini greitt, hvør verður við í hesi kappingini, tí nú eru fýra toymi góðkend til at vera við í kappingini, sigur Tórshavnar Býráð á heimasíðu síni.

Tey fýra toymini, sum eru góðkend at vera við í kappingini um at gera eina heildarætlanina fyri Stórutjørn, eru:
– Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult
– Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll
– MAP, Spenn, PB Consult 
– SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ

Og freistin fyri at lata uppskot inn, er 23. mars.

Tórshavnar Býráð sigur, at seinastu árini hevur fólkavøksturin verið stórur, serliga í høvuðsstaðarøkinum.

– Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í, tí er tørvur á at víðka um býin, sigur býráðið. Og tí verður nú farið undir at skipa Stórutjørn í Hoyvík.

Økið við Stórutjørn er til støddar sum 80 fótbóltsvøllir og tað liggur ímillum Klingruna, sum er sunnan fyri, vinnuøkið á Hjalla, sum er norðan fyri, býlingin Inni á Gøtu, sum er eystan fyri, og vestan fyri er hagi.

Og kappingin snýr seg um at finna besta uppskotið til eina heildarætlan fyri, hvussu øki skal skipast við bústaðarbyggin, handlum, stovnum, heilsubótarhøli, sum tað kallast, og øðrum virksemi, ið hoyrir gerandisdegnum til, skal skipast í økinum. 

Samstundis hevur býráðið samykt, at ein stórhøll skal byggjast við Stórutjørn, og tað er ein høll, sum skal kunna hýsa ymsum ítróttargreinum, umframt stórum ráðstevnum, tónleikaframførslum og øðrum.