Hesi seks stilla upp fyri Borgaralistan í Havn

Eingin teirra hevur áður stillað upp til politiskt val

Jóhan E. Simonsen, stigtakari til Borgaralistan í Havn, er eitt av teimum seks valevnunum, sum higartil eru komin á listan

Tað sigur Jóhan E. Simonsen, stigtakari til Borgaralistan, sum stillar upp til býráðsvalið í Havn.

– Tað er munandi tyngri, enn eg hevði ímyndað mær, at fáa fólk at stilla upp. Men vit hava higartil seks fólk á listanum, men vit vilja fegin hava fleiri, sigur Jóhan E. Simonsen.

Tey, sum higartil eru komin á listan hjá Borgaralistanum, eru:

Katrina í Geil, Tórshavn

Birita Jacobsen, Tórshavn

Turið Jacobsen, Argir

Guttormur í Skála, Tórshavn

Axel McIntosh, Tórshavn

Jóhan E. Simonsen, Tórshavn.

Jóhan E. Simonsen sigur, at tey fegin vilja hava fólk úr Hoyvík og útjaðarunum annars í Tórshavnar kommunu.

 

Jóhan E. Simonsen, stigtakari til Borgaralistan í Havn, er eitt av teimum seks valevnunum, sum higartil eru komin á listan