Hesi seinastu árini, síðani árskiftið eru 180 fólk farin í viðgerð fyri sálarligar trupulleikar tey hava av at tey vóru fyri kynsligum ágangi tá ið tey vóru børn ella ung.
Tað upplýsir Almannamálaráðið, nú Løgtingið viðger eitt uppskot, sum hevur til endamáls at forða fyri kynsligum ágangi. Og tað er alt, sum bendir á, at Løgtingið fer at samtykkja, at øll, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu hava eina barnaváttan sum prógv fyri, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum.
Í hesum sambandi upplýsir Almannamálaráðið, at síðani ársskiftið 2016 – 2017, eru tilsamans 180 fólk víst til viðgerð hjá sálarfrøðingi fyri teir trupulleikar tey hava av, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi, tá ið tey vóru børn ella ung.
Nógv tey flestu av teimum, ella 87 prosent, eru kvinnur. Sosatt eru tað 13 prosent, sum eru menn.
Og av teimum 180, sum eru víst til viðgerð, eru 26 fólk í viðgerð í løtuni. Tað, sum tey fáa játtað, eru 10 viðtalur hjá sálarfrøðingi og tey skulu hava fylt 18 ár fyri at koma undir skipanina. Summi taka allar 10 viðtalurnar, men onnur fáa færri.
Almannamálaráðið sigur, at tey flestu av teimum, sum fáa viðgerð hjá sálarfrøðingi, eru fólk í yngru árum, ímillum 18 og 28 ár, tá ið tey verða víst til viðgerð. Tey eru 79 í tali.
Annars eru 38 fólk í aldrinum 29 til 38 ára, tá ið tey fáa sína fyrstu viðgerð og 29 fólk eru ímillum 39 og 48 ár, og so eru tað eisini 22 fólk, sum eru ímillum 49 og 58 ár, tá ið tey verða víst til sálarfrøðing.