Í kvøld hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handað mentanarvirðislønir frá landinum til listafólk, sum mett verður, hava ein serligan heiður uppibornan í ár.
Tað fór fram á hátíðarhaldi í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld.
Tóroddur Poulsen, rithøvundur og listamaður, fekk mentanarvirðisløn landsins og hon er 150.000 krónur.
Annars fekk Silja Strøm, listakvinna, virðislønina til ung listafólk, og hon er 50.000 krónur og Marianne Clausen, sum í eitt mannaminni hevur gjørt eitt stórt arbeiðið at savna og lýsa føroysk kvæði og vísur, fekk heiðursgávu landsins upp á 75.000 krónur.
Annars fingu nøkur listafólk sømdargávu landsins, sum er lívslong heiðursgáva á 20.000 krónur um árið fyri serlig listarlig avrik.
Tey eru Guðrið Poulsen, sum arbeiðir við leiri, Hanus G. Johansen, tónleikari og Ebba Hentze, rithøvundur og týðari.
Á myndini er tað Bjørn Kalsø, sum handar Tóroddi Poulsen virðislønina.










