Champions League lutakastið til fjórðingsfinalurnar hevur verið í dag. Real Madrid, Barcelona og Borussia Dortmund eru favorittar at koma víðari móti Galatasaray, PSG og Malaga, meðan Bayern Munchen og Juventus bresta saman í fjórði fjórðingsfinaluni.
Størsta smílið mundi leiðslan í Borussia Dortmund og Real Madrid hava, tá fyrrverandi Liverpool og Real Madrid spælarin, Steve McManaman, var liðugur við lutakastið. Borussia Dortmund skal møta spanska Malaga, meðan Real Madrid skal møta turkiska Galatasaray, sum hevur Wesley Snejider og Didier Drogba í hópinum. Ongin ivi um, at Borussia Dortmund og Real Madrid eru favorittar.
Tað er katalanska Barcelona eisini móti nýríka franska felagnum, Paris St. Germain, sum hevur millum annað Zlatan Ibrahimovic og David Beckham í hópinum. PSG hevur á pappírinum eitt sterkari lið enn Galatasaray og Malaga, men her er heldur ongin ivi um, at Barcelona er favorittur.
Barcelona er tað einasta liðið av teimum átta, ið eru eftir, sum hevur spælt eina Champions League finalu á Wembley í Onglandi. Tað gjørdu teir í 1992 og í 2011. Í báðum førum endaði tað við sigri. Fyrru ferðina móti Sampdoria og seinnu ferðina móti Manchester United.
Mest spennandi uppgerðin sær út til at verða millum Bayern Munchen og Juventus, sum bæði eru á odda í ávíkavíst í Týsklandi og Italia. Bayern Munchen var í finaluni í 2010 og í 2012, men tapti báðar. Tað er langt síðani, at Juventus hevur verið so langt framm í Champions League samanhangi. Vit skulu heilt aftur til 2003, tá italska liðið var í finaluni. Tá móti AC Milan, sum eisini vann. Helst er Bayern Munchen lítil favorittur.
Liðið, sum stendur sum heimlið, hevur fyrra dystin á heimavølli. Tað verður mangan sagt, at tað er eini fyrimunur at hava seinna dystin á heimavølli. Fyri fyrstu ferð, so er ikki greitt hvørji liðið kunnu møta hvørjum í hálvfinaluni. Til tað verður eitt nýtt lutakast 12. apríl.
Fyrru fjórðingsfinalurnar verða spældar 2. og 3. apríl, meðan returdystirnir verða spældir 9. og 10. apríl.
Fjórðingsfinalurnar eru:
Malaga - Borussia Dortmund
Real Madrid - Galatasaray
PSG - Barcelona
Bayern Munchen - Juventus