Fyrstu londini eru farin undir at koppseta fyri koronu, og nógv lond ætla at fara undir koppsetingina fyri ársskiftið.
Londini, sum longu eru farin at koppseta fólk, eru Meksiko, Bahrain, Chile, Costa Rica, Sveis, Ísrael, Kanada, USA, Sameindu Arabisku Emiratini, Stórabretland, Russland og Kina.
Europeiska Samveldið hevur góðkent tvey koppingarevni, og roknað verður við, at tey 27 ES londini fara undir koppsetingina sunnudagin.
Onnur lond, sum fara at koppseta borgarar innan fáar dagar, eru eitt nú Argentina, Serbia, Noreg, Liktinstein, Ísland, Qatar, Singapore, Kuwait, India og Marokko.
Sambært føroyska landsapotekarnum fáa Føroyar ikki koppsetingarevni fyrr enn eftir ársskiftið.










