Í næsta mánaði byrja upptøkurnar til nýggja føroyska sjónvarpsrøð. »Trom« byggir á skaldsøgur hjá Jógvani Isaksen um blaðmannin Hannis Martinsson, sum uppklárar brotsverk.
Filmað verður í Føroyum fram til juli, og eftir tað verður øll tann umfatandi klippingin og eftirviðgerðin gjørd. Tíðliga næsta ár verður røðin síðani víst á Viaplay í øllum norðurlondum, á ZDF/Arte í Týsklandi og Fraklandi og í KvF tíðliga næsta ár.
Í fyrsta umfari eru tað Viaplay, ZDF og Arte, sum saman við øðrum eru við at fíggja framleiðsluna av »Trom«, ið hava keypt rættindini at sýna røðina, tá ið hon er liðug.
– Vit rokna við, at »Trom« eisini verður seld til aðrar rásir í øðrum londum. Tað er stórur áhugi fyri røðini, og vit eru í samráðingum við rásir úr øllum heiminum, sigur Jón Hammer, framleiðari.
Felagið REinvent tekur sær av at selja »Trom« um alla verðina.











