Nú hava tey fyrstu listafólkini fingið ferðastuðul eftir skipanini um loftbrúnna.
Tað eru Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantsflog, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna, sum samstarva um hesa skipan, har endamálið er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla listafólkum við loftvegis flutningi til útlond og aftur.
Tórshavnar Býráð sigur í tíðindaskrivi beint nú, at treytin fyri at fáa stuðul, at ferðin byrjar úr Føroyum, og at umsøkjarin ella bólkurin skal framføra ella sýna fram uppruna føroyskt og/ella egið tilfar á tiltaki ella verkætlan uttanlands. Í hesum umfarið hava hesi fingu stuðul: Guðrið Hansdóttir, konsertferð til Týsklands Byrta, konsertferð til Íslands Norð an v/Angeliku Nielsen, konsertferð til Týsklands Marius, konsertferð til Týsklands Týr, konsertferð til Danmarkar Kingobólkurin, konsertferð til Danmarkar Eivør v/bólki, konsertferð til Týsklands og Sveis Finnleif Mortensen, málningaframsýning í Danmark Teitur, konsertferð til Danmarkar, Noregs, Svøríkis og Finnlands Skansabigband, konsertferð til Íslands
|