Níggju av teimum 24 liðunum sum skulu kappast í EM-endaspælinum í fótbólti í Týsklandi komandi summar eru funnin.
Um miðjan november vera 11 lið aftrat, ið vera staðfestir luttakarar í EM-endaspælinum. Teir seinastu fýra luttakararnir vera funnir gjøgnum Nations League.
Londini, ið longu eru klár til EM-endaspælið eru hesi:
Týskland (vertstjóð) - hevur áður kappast í 13 EM-endaspølum. Vann EM í 1972, 1980 og í 1996.
Belgia - hevur áður kappast í seks EM-endaspølum.
Frakland - hevur áður kappast í 10 EM-endaspølum. Vann EM í 1984 og í 2000.
Portugal - hevur áður kappast í átta EM-endaspølum. Vann EM í 2016.
Spania - hevur áður kappast í 11 EM-endaspølum. Vann EM í 1964, 2008 og í 2012.
Turkaland - hevur áður kappast í fimm EM-endaspølum.
Eysturríki - hevur áður kappast í trimum EM-endaspølum.
Skotland - hevur áður kappast í trimum EM-endaspølum.
Ongland - hevur áður kappast í 10 EM-endaspølum.











