Hesi kunnu vænta ein tingsess

Tríggir borgarstjórar og tvær kvinnur sleppa møguliga á ting

Nú er greitt, at nýggja landsstýrissamgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fer at verða mannað við sjey landsstýrisfólkum.

Seinastu árini hevur siðvenja verið, at landsstýrisfólkini verða vald millum løgtingsfólkini. Um tað sama ger seg galdandi hesa ferð, so eru tað hesi fólk, ið kunnu vænta sær ein sess á tingi næstu árini.

Fyri Fólkaflokkurin eru tað tríggir borgarstjórar, ið kunnu vænta sær sess á tingi. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, endaði nummar níggju á listanum við 342 atkvøðum, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, endaði nummar 10 við 289 atkvøðum, og Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, endaði nummar 11 við 289 atkvøðum. Av tí at Annika Olsen og Brandur Sandoy fingu líka nógvar atkvøður avgjørdi valnevndin við lutakasti, at Annika Olsen endaði á 10. plássi.

##med2##

Um so er, at ein av borgarstjórunum avgerð, at viðkomandi ikki ynskir at sita bæði sum borgarstjóri og løgtingsfólk, millum annað hevur Annika Olsen fleiri ferðir víst á, at hon ikki tekur undir við tí, so kemur nummar 12 á listanum inn á ting, ið er Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, ið fekk 230 atkvøður.

Hjá Sambandsflokkinum er Jaspur Langgaard nummar átta á listanum við 265 persónligum atkvøðum, Erhard Joensen er nummar níggju við 256 atkvøðum og Edva Jacobsen er nummar tíggju við 250 atkvøðum.

##med3##

Um Edva Jacobsen fær ein tingsess, og Rósa Samuelsen ikki fer í landsstýrið, merkir tað, at Sambandsflokkurin tvífaldar umboðanina av kvinnum í tingbólkinum.

Hjá Miðflokkinum er tað 23 ára gamli Steffan Klein Poulsen, ið fekk 243 persónligar atkvøður á valinum, ið stendur til at fáa ein sess á tingi, um Jenis av Rana ella Bill Justinussen fara í landsstýrið. 

##med4##