Í dag fingu 353 fólk at vita, hvørt tey sluppu inn á sínar útbúgvingar ella ikki.
Av teimum 353 umsøkjarunum fáa 275 at vita, at teimum stendur í boði at fáa eitt lestrarpláss: 230 á einari av bachelorútbúgvingunum, 14 á einum av hjánámunum og 31 á einari av masterútbúgvingunum. Í fjør fingu 409 tilboð um lestrarpláss, skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu.
Upptøkan var soleiðis uppbýtt:
| Bjóðað lestrarpláss 2017 | Kvota 1 | Kvota 2 | Tilsamans |
| Sjúkrarøktarfrøði | 20 | 10 | 30 |
| Lærari | 28 | 7 | 35 |
| Námsfrøði | 28 | 7 | 35 |
| Búskaparfrøði | 31 | 1 | 32 |
| Føroyskt BA | 15 | 15 | |
| Politikkur og umsiting | 19 | 3 | 22 |
| Sosialvísindi og samfelagsplanlegging | 19 | 3 | 22 |
| Søga BA | 15 | 15 | |
| Orkuverkfrøði | 14 | 1 | 15 |
| Orkuvísindi | 1 | 1 | 2 |
| Orkuvísindi og støddfrøði | 5 | 2 | 7 |
| Hjánám í føroyskum | 5 | 5 | |
| Hjánám í støddfrøði | 5 | 2 | 7 |
| Hjánám SSD | 2 | 2 | |
| Bachelor og hjánám tilsamans | 207 | 37 | 244 |
| Masterlæra | 14 | ||
| Føroyskt | 2 | ||
| Løgfrøði | 4 | ||
| West Nordic Studies | 11 | ||
| Master tilsamans | 27 | ||
| Bjóðað lestrarpláss tilsamans | 275 | ||










