Nýríka franska fótbóltsfelagið, Paris Saint Germain, hevur hægstu lønarútreiðslurnar í ítróttarheiminum. Átta fótbóltsfeløg eru millum tíggju tey løntyngstu, meðan baseball feløgini Los Angeles Dodgers og New York Yankees eisini eru í topp tíggju listanum.
Í fjør var enska Manchester City ovast á listaunum, men í ár eru teir yvirhálaðir av PSG, sum í miðal betalir sínum spælarum 1,05 millión krónur í løn um vikuna. Teimum næstir kemur spanska Real Madrid, sum betalir í miðal 1,01 millión krónur um vikuna.
Hini fótbóltsfeløgini í topp tíggju eru Manchester City, Barcelona, Manchester United, Bayern Munchen, Chelsea og Arsenal.. Kanningin fevnir um 333 ítróttarfeløg í 17 deildum í 13 londum.
Topp 10:
1. PSG (fótbóltur): 1,05 millión í miðal fyri hvønn spælara um vikuna
2. Real Madrid (fótbóltur): 1,01
3. Manchester City (fótbóltur) 0,998
4. Barcelona (fótbóltur): 0,938
5. Los Angeles Dodgers (baseball): 0,931
6. Manchester United (fótbóltur): 0,931
7. Bayern Munchen (fótbóltur): 0,889
8. Chelsea (fótbóltur): 0,886
9. New York Yankees (baseball): 0,849
10. Arsenal (fótbóltur): 0,807