Í steypakappingini hjá kvinnum eru somikið fá lið við, at tað verður farið næstan beinleiðis til hálvfinalurnar. Tó er eitt innleiðandi umfar við einum dysti áðrenn. Tann dysturin verður nú sunnudagin.
Lutakast um hvør skal hittast í innleiðandi umfarinum var í 3-2-sjónvarpssendingini hjá Kringvarpi Føroya í kvøld. Lutakastið fløskaði seg soleiðis, at tað verður nýliga samanlagda liðið úr Havnini, B36/AB, sum fær vitjan av ÍF/Víkingi.
Lutakast um hvørji lið hittast í hálvfinunum verður seinni. Hálvfinalurnar verða avgreiddar við tveimum dystum. Fyrra hálvfinala verður 13. mei, meðan hin seinna verður 4. juni. Steypafinalan verður 29. august.