Hesi hava fingið stuðul í ár

Øll fingu ikki alt, tey høvdu søkt um

Tilsamans hava 24 felagsskapir og fyritøkur, fingið stuðul frá landsstýrinum til neyðhjálp og menningarhjálp kring um í heiminum.Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu játtanin til neyðhjálp og menningarhjálp er brúkt í ár.  

 

Játtanin er upp á níggju milliónir og hon vísir á, at hesi seinastu árini hava føroyskir hjálparfelagsskapir verið virknir í arbeiðinum at veita menningar- og neyðhjálp.

 

Jenis av Rana sigur, at í ár er játtanin brúkt soleiðis

 

Stuðul til menningarsamstarv:

 

Blái Krossur – 500.000 kr.

 

P/f Fiskaaling – 200.000 kr.

 

Chase Africa – 188.491 kr.

 

Guðrun & Guðrun – 71.960 kr.

 

New Life Africa International – 170.000 kr.

 

Mirjam/ABC Children’s Aid Kenya – 68.533 kr.

 

Heimamissiónin/SAT7 Academy – 303.782 kr.

 

Action Aid – 415.890 kr.

 

Føroyska Barnahjálpin – 26.500 kr.

 

ChildeHope UK – 362.556 kr.

 

Í hesum sambandi sigur landsstýrismaðurin, at Guðrun & Guðrun søktu um 133.000 krónur í stuðuli, men ein partur av umsóknini var til virksemi, ið er uttan fyri tað, ið stuðul kann latast til.

 

Føroyska Barnahjálpin søkti um 52.200 amerikanskar dollarar í stuðuli, men ein partur av umsóknini var til virksemi, ið fellur innanfyri tað, ið stuðul kann latast til.

 

Stuðul til neyðhjálp:

 

Reyði Krossur Føroya – 2.000.000 kr.

 

Mercy Ships – 200.000 kr.

 

Open Doors – 1.000.000 kr.

 

Action Aid – 100.000 kr.

 

Mirjam – 100.000 kr.

 

Life for a Child Føroyar – 150.000 kr.

 

Skandinaviska Barnamissiónin – 50.000 kr.

 

ABC Children’s Aid Pakistan – 46.185 kr.

 

ABC Children’s Aid Philippines – 43.106 kr.

 

Næstin/NLAI – 100.000 kr.

 

OM Føroyar (Tadjikistan) – 500.000 kr.

 

OM Føroyar (Miðeystur) – 500.000 kr.

 

Beirut, Libanon (landsstýrið, ígjøgnum Reyða Kross) – 500.000 kr.

 

World Food Program – 1.402.276 kr.

 

Viðmerkjast skal, at í summum førum er stuðulin útgoldin í útlendskum gjaldoyra og ómaksgjøld í hesum sambandi eru drigin frá.