Hesi hava fingið hálvt ára starvsløn

Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvslønir í dag

Nevndin í  Mentanargrunni Landsins hevur avgjørt at lata fimm listafólkum seks-mánaðar starvsløn. Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Ingun Christensen, rithøvundar, og Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk og Sámal Blak, marglistafólk. Harafturat eru 32 styttri starvslønir játtaðar, fýra av hesum eru til týðingar.

 

 

 

Trý-ára starvslønin fer til myndlistakvinnuna Hansinu Iversen, meðan eitt-ára starvslønirnar fara til rithøvundarnar Vónbjørt Vang og Marjuna Syderbø Kjelnæs.

 

 

 

Inn komu tilsamans 128 umsóknir til starvslønir. Sammett við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum. Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta listaarbeiði. Tað komu 17 umsóknir til íverksetan.