Hesi flyta upp úr 2. deild

Fyrra liðið hevur tryggjað sær uppflyting, meðan seinna liðið er á gáttini at flyta upp

Eftir dagsins umfar í 2. deild í dag er mest sum greitt, at næstbestu liðini hjá ÍF og B36 skulu spæla í 1. deild í komandi kappingarári.

 

Hóast vit ikki eru komin longur enn miðskeiðis í august, so byrjar fótbóltskappingarárið spakuliga at halla. Ikki í Effodeildini, har síðsta umfar verður avgreitt 22. oktober, men hjá øllum ungdómsdeildum og hjá 1. deild og 2. deild hjá monnum, har kappingarárið aloftast endar síðst í september ella fyrst í oktober.

 

Fult umfar hevur verið í 2. deild hjá monnum í dag. Næstbesta liðið hjá ÍF hevði møguleika at tryggja sær uppflyting í 1. deild, um tað eydnaðist fuglfirðingum at vinna á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá B68. Hendan setningin greiddu fuglfirðingar í einum undirhaldandi dysti, ið endaði 5-3 til ÍF. Málskjúttar hjá komandi liðnum í 1. deild vóru Bergtórur Thomsen, Margeir Toftegaard, Jákup Olsen og Jóhan Petersen, sum skoraði tvey mál.

 

Sigurin hjá ÍF merkir, at 17 stig eru niður til Royn, ið er nummar trý. Bert fimm umfør eru eftir at spæla, og harvið er tað matematiskt ómøguligt hjá ÍF, at blaka uppflytingina yvir borð.

 

Tað skal eisini ganga ótrúliga nógv galið, um næstbesta liðið hjá B36, ið flutti niður úr 1. deild í fjør, ikki verður at síggja í 1. deild næsta ár. Fyrr í kvøld vann B36 ein knúsandi 6-1 sigur á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Málini hjá B36 skoraðu Benjamin Heinesen og Gilli Samuelsen, sum báðir skoraðu tvey mál, og síðani skoraði Julian Johansen eitt mál upp á brotsspark, meðan ein hjá heimaliðnum eisini var óheppin at skora sjálvmál og koma á máltalvuna fyri útiliðið.

 

Hetta var sjeynda ferðin í ár, at Julian Johansen skoraði frá brotssparksblettinum.

 

B36 hevur 14 stig fleiri enn Royn, og eru somuleiðis 22 mál betri enn hvalbingar á málúrtøkuni. Sostatt skal alt ímillum himmal og jørð ganga galið fyri B36, um næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum ikki verður at síggja í 1. deild í komandi kappingarári. 15 stig eru eftir at spæla um.

 

Í komandi umfari er oddabrak í Gundadali, har B36 tekur ímóti ÍF. Vinnur B36 hendan dystin, so er uppflytingin tryggjað. Harafturímóti hevur ÍF møguleika at styrkja um støðu sína sum oddalið, um fuglfirðingar vinna.

 

Undan dystinum er ÍF tvey stig framman fyri B36. Dysturin verður spældur komandi leygardag.

 

Støðani 2. deild sæst HER.