Í var vóru tað Á-handlarnir og Dugni, sum fingu ta grønu virðislønina hjá Tórshavnar Býráði. Tann grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin einum fólki, einum stovni ella eini fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt okkurt serligt, sum er umhvørvinum at frama.
Og í ár varð Grøna Virðislønin so latin Á-samtakinum og Dugna fyri teirra felags átak, sum tey kalla Láninet.
Endamálið við hesum láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti. Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum og tey eru seymað úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkað á Dugna.
Les meiri um láninetini her: Geva bæði fólki tilfari nýggjar møguleikar at blóma
– Tað er ringt at sleppa undan øllum plastinum, men vísa vit, sum handil, á aðrar valmøguleikar, vóna vit, at vit eru við til at stimbra upp undir eina hugburðsbroyting á grøna økinum.
– Hettar er ein ómetaligur stórur heiður, og vit eru so glað og rørd fyri bæði virðislønina og góðu móttøkuna, ið Láninetini hava fingið, tí hettar er ein staðfesting av, at vit eru á rættari kós, sigur nevndin í Á-samtakinum.
Hettar er aðru ferð, at Á-samtakið fær Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu. Fyrru ferð var í 2017, og tá var tað fyri appina Too Good To Go, har endamálið er at minka um matoyðsl.