Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 mio. kr. Grunnurin kundi í ár lata gott 4,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 34 umsøkjarar starvsløn, og tríggir fingu íverksetanarstuðul.
Nevndin hevur á fundi tann 17. februar 2021 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
Eitt ár
Jóhan Martin Christiansen (myndlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
Seks mánaðir
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)
Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)
Katrina í Geil (bókmentir)
Kim Simonsen (bókmentir)
Leivur Thomsen (tónlist)
Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)
Mikael Blak (tónlist)
Randi Samsonsen (myndlist)
Sakaris Fríði Stórá (filmslist)
Fimm mánaðir
Kristina Ougaard Sørensen (palllist)
Fýra mánaðir
Silas Olofson (bókmentir)
Bárður Persson (palllist)
Atli Kamban (filmur)
Tríggjar mánaðir
Andreas Tykjær Restorff (tónlist)
Birita Adela Davidsen (tónlist)
Bjarni Mohr (bókmentir)
Eli Tausen á Lava (tónlist)
Gutti Winther (bókmentir)
Hans Tórgarð (palllist)
Jasmin Mote (tónleikur)
Rúni Brattaberg (bókmentir)
Tveir mánaðir
Búi Rouch (dansur)
Guðrið Poulsen (myndlist)
Katrin Joensen-Næs (filmslist)
Rannvá Holm Mortensen (myndlist)
Súni Joensen (ljóðlist)
Theodor Kapnas (tónlist)
Pauli Nielsen (týðing)
Martin Schürholz (týðing)
Jákup Sørensen (týðing)
Marita Thomsen (týðing)
Ein mánað
Trygvi Danielsen (bókmentir)
****
Mentanargrunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul.
Ísak Sambleben (tón- og ljóðlist)
Jens L. Thomsen (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)