Hesi fingu starvsløn frá Mentanargrunninum

Sosialurin hevur fingið yvirlitið yvir tey 27, sum hava fingið starvsløn hesaferð. Tónleikarar og høvundar fingu meginpartin.

24 listafólk og rithøvundar fáa í alt 70 mánaðir at arbeiða í frá Mentanargrunni Landsins.

Tey trý, sum fingu mest í starvsløn frá mentanargrunninum, vóru Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, 3 ár, Jóhannus á Rógvu Joensen, tónleikari, 6 mánaðir og Jens L. Thomsen, tónleikari, 6 mánaðir.

Tilsamans vórðu latnar 94 mánaðarlønir fyri slakar 2,2 milliónir til týðingar og listaligt og mentanarligt arbeiði.

Í tíðindaskrivi sigur grunnurin, at 72 umsøkjarar søktu um starvsløn fyri umleið 28 milliónir krónur, og av teimum vóru 27 umsóknir játtaðar.

Ongin íverksetanarstudningur varð latin í ár.

Endamálið við Mentanargrunni Landsins er, at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum.

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Í nevndini fyri mentanargrunnur sita Jóanna Djurhuus, forkvinna; Ivan Niclasen, næstformaður; Steintór Rasmussen, Malan Marnersdóttir og Judith Johannessen.

Starvslønin svarar til eina lærararaløn um mánaðin.



Marjun Syderbø Kjelnæs 3 ár

Jens L. Thomsen 6 mánaðir

Jóhannus á Rógvu Joensen 6 mánaðir

Marianna Hoydal 4 mánaðir

Marianne Clausen 4 mánaðir

Hans Egholm 3 mánaðir

Helle T. Johansen 3 mánaðir

Inger Smærup Sørensen 3 mánaðir

Jústinus Leivsson Eidesgaard 3 mánaðir

Súsanna Tórgarð 3 mánaðir

Anna Kristin Bæk 2 mánaðir

Astrid MacDonald 2 mánaðir

Hugin Eide 2 mánaðir

Kirsten Brix 2 mánaðir

Ole Wich 2 mánaðir

Tóroddur Poulsen 2 mánaðir

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð 1 mánaður

Elin Henriksen 1 mánaður

Guðrið Hansdóttir 1 mánaður

Jóhan Martin Christiansen 1 mánaður

Jóhan Mortensen 1 mánaður

Lena Anderssen 1 mánaður

Magnus Johannessen 1 mánaður

Niclas Johannesen 1 mánaður

Oddfríður Marni Rasmussen 1 mánaður

Sólrun Mohr 1 mánaður

Terji Rasmussen 1 mánaður