Tað vóru 21.395 gistingar í ferðavinnuni í Føroyum fyrsta ársfjórðing í ár.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Hagstovan hevur eisini gjørt upp, hvørji fólkasløg keypa sær gistingar í Føroyum.
Føroyingar eru ovast á listanum við 9.218 gistingum í fyrsta ársfjórðingi. Síðani koma danskarar, norðmenn og íslendingar.
Topp 10 yvir gistingar í Føroyum fyrsta ársfjórðing – gjørt upp eftir bústaðarlandi – sær soleiðis út:
1. Føroyar – 9.218
2. Danmark – 6.980
3. Noreg – 1.076
4. Ísland 1.039
5. Europa annars – 621
6. Týskland – 573
7. Svøríki – 354
8. Asia – 334
9. Bretland – 238
10. Norðuramerika – 238










