Føroya Symfoniorkestur verður onkuntíð nevnt flaggskipið í føroyskum tónleiki. Men tað skerst ikki burtur, at flaggskipið hevur flotið tungt í sjónum, tí pengarnir hava ikki verið teir nógvu at arbeitt við, og onkuntíð hevur vandi verið fyri, at tað er dottið niðurfyri.
Í fjør varð Føroya Symfoniorkestur so gjørt til ein sjálvsognarstovn, og eitt, tað ber í sær, er, at nú verður tað eitt stýri, sum skal hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftunum og rakstrinum hjá orkestrinum. Stýrið skal harumframt virka fyri, at orkestrið hevur tryggar karmar og áhaldandi kann mennast. Í stýrinum eru seks limir, sum verða valdir fyri fýra ár í senn. Og nú er fyrsta stýrið fyri symfoniorkestrið sett.
Fyrsta stýrið er mannað við hesum fólkum:
Limir:
Jógvan Thomsen, formaður, eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum
Gunn Hernes, eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum
Kári Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya
Jákup Simonsen, eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu
Jóannes Andreasen, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Anna Klett, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Varalimir:
Gunnvør Poulsen, fyri Jógvan Thomsen, formann, eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum
Sunnuva Bæk, fyri Gunn Hernes eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum
Jonna Fritsdóttir Mortensen fyri Kára Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya
Hanna Simonsen, fyri Jákup Simonsen eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu
Páll Sólstein, fyri Jóannes Andreasen eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum
Claire Fiona Thomsen, fyri Onnu Klett eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum