28 føroyingar fáa yvir 10.000 krónur um mánaðir í nevndarsamsýninum. 10 teirra fáa yvir 15.000 krónur um mánaðin. Tilsamans fáa 519 føroyingar nevndarsamsýning ella fundarpengar fyri at sita í almennum nevndum og ráðum. Tað eru 148 almennar nevndir og ráð í Føroyum. Tilsamsans rindar landið 940.000 krónur í fastum nevndarsamsýningum um mánaðin, umframt fundarpengar. Hetta er bygt á yvirlit, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum yvir almennu nevndirnar.
Tann, sum fær mest, er Gloria Kalsø, sum hvønn mánað fær 22.347 krónur í nevndarsamsýning. Hon fær 15.000 krónur um mánaðin sum næstformaður í Føroya Tele, umframt 7.347 krónur um mánaðin sum næstformaður í Føroya Realkreditstovni.
Næstur henni kemur Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele, sum fær 21.000 krónum um mánaðin fyri ómakin.
Niels Mortensen, formaður í Atlantic Airways, fær 20.000 krónur um mánaðin, umframt at hann fær vanligar fundarpengar fyri at sita í stýrinum fyri Føroya Handilsskúla.
Henrik Møller, sorinskrivari, situr í seks nevndum og er formaður í fýra teirra. Hann fær tilsamans 18.000 krónur fyri at vera formaður í Vanlukkutryggingarráðnum og í Yvirfriðingarnevndini, meðan hann harumframt fær vanligar fundarpengar fyri at vera formaður í Yvirútskiftingarnevndini, Nevndini fyri brotsverksoffur og sterilisatiónsnevndini og vanligur limur í Revsirættarliga ráðnum.
Marjun Eystberg fær 17.500 krónur um mánaðin í nevndarsamsýningum. Hon er forkvinna í Framtaksgrunnninum og limur í Fíggingargrunninum.
Alfred Petersen fær 17.437 krónur fyri sínar fýra formanssessir í Fasta Gerðarrættinum, Skatta- og avgjaldskærunevndini, Maritima Útbúgvingarráðnum og í Yrkisútbúgvingarráðnum.
Høgni Debes Joensen og Høgni Olsen fáa 17.000 krónur hvør. Høgni Olsen er formaður í Føroya Lívstrygging, meðan Høgni Debes Joensen er limur í Vanlukkutryggingarráðnum og Tilskotsnevndini. Harumframt fær hann vanligar fundarpengar fyri at sita í Fonden av 1989 for sociale formål på Færøerne og í Sterilisatiónsnevndini.
Fróði Magnussen fær 16.400 krónur um mánaðin. Hann er nevndarlimur í Atlantic Airways og í Framtaksgrunninum. Bergur Poulsen, sum fær 16.000 krónur um mánaðin, er formaður í Eysturoyar- og Sandoyartunlar, umframt at hann fær fundarpengar fyri at sita í Arbeiðsumhvørvisráðnum.