Hesi eru saknað eftir skriðulopið

Løgreglan hevur nú almannakunngjørt, hvørji tey eru, sum leitað verður eftir í leivdunum eftir skriðulopið í Gjerdrum mikunáttina.

 

Hesi eru saknað:

  • Eirik Grønolen (31)

Er saknaður eftir at Nystulia 38 hvarv í skriðulopinum. Sambært NRK sluppu sambúgvi hansara og hundurin undan í øllum góðum.

  • Ann-Mari Olsen-Næristorp (50)

Saknað saman við dóttrini Victoria Næristorp-Sørengen (13)

Maðurin hennara sigur við VG, at hann seinast sá Ann-Mari og dóttrina Victoriu, tá tey øll trý royndu at sleppa út úr húsinum, meðan skriðan leyp.

  • Victoria Emilie Næristorp-Sørengen (13)

Dóttir Ann-Mari Olsen-Næristorp (50), sum eisini er saknað.

  • Irene Ruud Gundersen (69)

Búði í Nystulia 4, sum fór í skriðuni, og hon náddi ikki at sleppa sær á dyr. Dóttir hennara, Nina Christine Gundersen, skrivar á Facebook, at systirin og pápin komu út úr húsinum og hava fingið lættari skaðar og eru á sjúkrahúsi.

  • Rasa Lasinskiene (49)

Var úti við hundinum, áðrenn hon skuldi til arbeiðis. Maður hennara tosaði við hana í telefon, tá sambandið brádliga reyk, hevur hann greitt Bergens Tidende frá.

  • Charlot Grymyr Jansen (31)

Er saknað saman við manninum, Bjørn-Ivar (40) og dóttrini Almu (2) eftir at íbúðin í Nystulia 39 hvarv í skriðuni. Tey skuldu hava smá í februar. Tey vóru heima í Nystulia, tá skriðan leyp.

  • Alma Grymyr Jansen (2)

Er saknað saman við mammuni Charlot Grymyr Jansen (31) og pápanum Bjørn-Ivar Grymyr Jansen (40).

  • Bjørn-Ivar Grymyr Jansen (40)

Er saknaður saman við konuni Charlot Grymyr Jansen (31) og dóttrini Alma (2).

  • Marius Brustad (29)

Var á jólavitjan hjá mammuni Lisbeth Neraas (54) í Nystulia, sambært Romerikes Blad.

  • Lisbeth Neraas (54)

Búði í Nystulia 42. Mamma Marius Brustad (29), sum eisini er saknaður.