Fyri løtu síðani varð vinnarin av kappingini Ársins Vitanarfróðu avdúkaður. Hetta var á Vísindavøkuni, sum er í Perluni og Reinsarínum í dag.
Vinnaraflokkurin var 5. flokkur í Eysturskúlanum, sum hevur kannað, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu.
Flokkurin fekk handað heiðursbræv og fær harumframt 5.000 kr. og eina útferð saman við tveimum granskarum.
Tveir aðrir flokkar luttóku i kappingini, 7. flokkur í Eysturskúlanum og elsti bólkur í Frískúlanum í Havn. Teir fingu eisini heiðursbræv sum takk fyri luttøku.
Elsti flokkurin í Frískulanum í Havn (5. og 6. flokkur) samanbar matvanarnar hjá børnum í dag við hjá børnum fyri umleið 30 árum síðani.
7. flokkur í Eysturskúlanum kannaði, um munur var á elektrisitetsnýtsluni hjá gentum og dreingjum.
Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.
Eftir at hava mett um ymsu frágreiðingarnar, samdist nevndin um ein vinnara. Nevndin helt, at hesin flokkurin hevði valt eitt passaliga avmarkað evni. Hugskotið var gott, og arbeiðið sá út til at vera samanhangandi. Nevndin helt eisini, at arbeiðið var kreativt og væl miðlað.