Hesi eru ársins spælarar

Fótbóltsgalla 2018: HB-profilur og greipuvinnari við EBS/Skála eru ársins spælarar í føroyskum fótbólti.

Nú eru ársins leikarar í føroyskum fótbólti 2018 kosnir. Tað eru teir á tiltakinum Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við FSF, og sum í kvøld er í Reinsarínum í Havn.


Adrian Justinussen (HB), Brynjar Hløðversson (HB) og Odmar Færø (B36) vóru tilnevndir hjá monnum, meðan Heidi Sevdal (HB), Margunn Lindholm (EBS/Skála) og Milja R. Simonsen (HB) vóru tilnevndar hjá kvinnum.


Fyri fjórðu ferð í kvøld varð Adrian Justinussen hjá HB róptur upp á pallin. Hann er fyrr í kvøld kosin til ársins toppskjútta, ársins miðvallara og ársins unga spælara, og nú eigur hann eisini størsta heiðurin sum ársins spælari av øllum í 2018.


Hjá kvinnunum varð Margunn Lindholm hjá EBS/Skála kosin ársins spælari. Hon átti týðandi leiklut í greipuni hjá EBS/Skála, har hon við perlumálum avgjørdi bæði steypafinaluna og sokallaða FM-dystin. Hon var eisini toppskjútti á liðnum og varð fyrr í kvøld eisini kosin ársins miðvallari.