Hesi eru ársins bestu

Um vikuskiftið vóru tey bestu í farna kappingarárið heiðrað. Ársins leikarar blivu ikki óvæntað toppskorararnir Clayton Soares, ÍF, og Rannvá B. Andreasen, KÍ.

Leygarkvøldið skipaði Miðlahúsið saman við FSF fyri fótbóltsgalla tiltaki á Hvonn, sum eisini varð sent beinleiðis á Rás2. Endamálið var at heiðrað tey bestu frá farna kappingarárinum. Venjarar, liðskiparar og fjølmiðlafólk atkvøddu.

Menn:
Ársins dómari: Lars Muller
Ársins málverji: Jákup Mikkelsen, ÍF
Ársins verjuspælari: Marni Djurhuus, EB/Streymur
Ársins miðvallarspælari: Hallur Hansson, HB
Ársins álopsspælari: Clayton Soares, ÍF
Ársins stjørnuskot: Páll Klettskarð, KÍ
Ársins toppskjútti: Clayton Soares, ÍF
Ársins venjari: Flemming Christensen, ÍF
Ársins spælari: Clayton Soares, ÍF

Kvinnur:
Ársins dómari: Elsa Andreasen
Ársins málverji: Bjarta Johansen, B36
Ársins verjuspælari: Malena Josephsen, KÍ
Ársins miðvallarspælari: Fríðrún Danielsen, Skála
Ársins álopsspælari: Rannvá B. Andreasen, KÍ
Ársins stjørnuskot: Lív Arge, HB
Ársins toppskjútti: Rannvá B. Andreasen, KÍ
Ársins venjari: Jacob Thomsen, B36
Ársins spælari: Rannvá B. Andreasen, KÍ

Ársins lið menn:

Jákup Mikkelsen, ÍF - Bárður Hansen, Víkingur, Bartal Eliasen, ÍF, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF - Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, Hallur Hansson, HB, Høgni Madsen, ÍF, Símun Samuelsen, HB - Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, Clayton Soares, ÍF.

Ársins lið kvinnur:

Bjarta Johansen, B36 - Sigrid Petersen, B36, Rakul Johannesen, B36, Malena Josephsen, KÍ, Martha Thomsen, ÍF - Ansy Sevdal, Víkingur, Lív Arge, HB, Fríðrunn Danielsen, Skála, Sigrun K. Kristiansen, EB/Streymur - Heidi Sevdal, HB, Rannvá B. Andreasen, KÍ.