Tað vakti ans um allan heim í gjárkvøldið, tá 109 fjølmiðlar kundu avdúka hvussu politikarar, stjórnarleiðarar, vinnulívsfólk og onnur kend fólk við hjálp frá bankum hava goymt stórar upphæddir í skattaparadísum.
Avdúkingarnar hava fingið heitið Panamapapers, og stava frá einum leka í advokatfelagnum Mossack Fonseca í Panama.
Lekin umfatar 11,5 milliónir skjøl í einum tíðarskeiði frá 1977 til 2015. Meira enn 200 lond og landaøkir, umframt kongar, ítróttarfólk, stjórnarleiðarar og brotsmenn eru nevnd í skjølunum.
140 politikarar eru nevndir í skjølunum, íroknað 12 núverandi og fyrrverandi stjórnarleiðarar. Harímillum eru forsætisráðharrarnir í Íslandi og Pakistan, forsetin í Ukraina og kongurin í Saudiarabia.
Tað var týska blaðið Süddeutsche Zeitung, ið fyrst fekk fatur á skjølunum. Áhugin fyri avdúkingini var so mikið stórur í gjárkvøldið, at heimasíðan hjá blaðnum hoknaði undir trýstinum. Tað gjørdi ikki tann stóra munin, tí frammanundan hevði blaðið deilt skjølini við ein altjóða felagsskap fyri gravandi journalistar, ICIJ, og 109 fjølmiðlar úr 76 londum.