Hesi eru nú vald í Umboðsráðið í Betri

Tað er nú greitt, hvørji tey 17 eru, sum nú manna Umboðsráðið í Betritrygging. Tilsamans eru 35 limir í Umboðsráðnum og í hesum umfari skuldi helvtin av ráðnum veljast, ella 17 limir.

 

Tilsamans vóru 6.775 gyldugar atkvøður, og tað svarar til eina valluttøku upp á 28,1 prosent. 20 mans bjóðaðu seg fram og nú atkvøðurnar eru taldar upp, er úrslitið, at hesi eru vald. Talið, ið stendur aftan fyri navnið, er talið á atkvøðum, viðkomandi hevur fingið.

 

1 Karl Birgir Isaksen 657

2 Birgir Nielsen 591

3 Súni Í Hjøllum 496

4 Jákup Egholm Hansen 492

5 Dávur R. Petersen 401

6 Høgni í Stórustovu 395

7 Uni Danielsen 363

8 Hallur Thomsen 351

9 Arni D. Brattaberg 340

10 Karl Leonsson 337

11 Torben Nielsen 326

12 Marni Abrahamsen 289

13 Dánjal Petur Nielsen 283

14 John Kruse 276

15 Hanus Toftheyggj 263

16 Mortan Simonsen 198

17 Tórhallur Thomsen 196