Hesi eru krøvini hjá Turkalandi

Sambært Financial Times hevur Turkaland í dag fyribils forðað fyri einari skjótari viðgerð í Nato av umsóknunum hjá Svøríki og Finnlandi um limaskap.

Sambært Financial Times hevur Turkaland nú sagt, hvat landið krevur fyri at góðkenna, at Svøríki og Finnland kunnu gerast limir í verjusamgonguni, Nato.

 

- Turkaland hevur ein lista við 33 fólkum, sum eru undir illgruna fyri yvirgangsatsóknir, og hetta eru fólk, sum landið til fánýtis hevur roynt at fingið útflýggjað frá Svøríki og Finnlandi.

 

Nú sigur Turkaland, at londini skulu útflýggja hesar persónar, tí tað er ein treyt fyri at stuðla Nato-limaskapi hjá londunum báðum.

 

Sambært Sambært Financial Times hevur Turkaland í dag fyribils forðað fyri einari innanhýsis skjótari viðgerð í Nato av umsóknunum um limaskap, sum Svøríki og Finnland annars hava latið inn í dag.

 

- Ein víðkan av Nato gevur bara meining fyri okkum, um virðing verður fyri okkara ekka, segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í einari røðu fyri sínum floksfeløgum í turkiska parlamentinum í dag.

 

Reuters endurgevur forsetan fyri at siga, at Nato er ein felagsskapur fyri trygd, og Turkaland kann ikki siga ja til, at Nato-felagsskapurin missir sína trygd, um Svøríki og Finnland ikki vilja útflýggja Turkalandi yvirgangsfólkini.

 

Verdens Gang, sum eisini skrivar um málíð í dag, sigur, at Nato-ráðið, sum er umboðsfólkini hjá limalondunum, í dag hevur havt sína fyrstu gjøgnumgongd av Svøríki og Fnnlandi. 

 

Her hevur eisini verið skift orð um ivasemi hjá Turkalandi, og í Nato verður vónað, at trupulleikarnir, sum hava tikið seg upp millum londini, kunnu loysast.

 

Sambært ríkisútvarpinum í Turkalandi hevur landið formelt heitt á Svøríki og Finnland um at fáa útflýggjað 33 fólk, sum ætlandi skulu stevnast fyri rættin í Turkalandi - fyri ymiskar ákærur um yvirgang.

 

Lagt verður aftrat, at nøkur av teimum fólkum, sum Turkaland vil hava útflýggjað, hava tilknýti til PKK, sum er á yvirgangslista hjá fleiri londum, og sambært turkiska løgmálaráðnum hava Svøríki og Finnland víst aftur 19 áheitanum um útflýggjan.

 

- Níggju mál eru í viðgerð, meðan Svøríki og Finnland hava ikki svarað Turkalandi um fimm onnur mál, verður lagt aftrat.