Hesi eru í finalunum

Borðtennis: Nú er greitt hvørjir leikarar hittast í FM-finalunum í morgin.

Innleiðandi í FM í borðtennis hevur verið í høllini á Hálsi í kvøld, og nú er greitt hvørji manna tær fimm FM-finalurnar, sum verða spældar í morgin.


FM-finalistar í borðtennis 2018:


Einmansleikur, menn:

Hallur Thorsteinsson – Fróði Fríðason Jensen


Einmansleikur, kvinnur:

Henrietta Nielsen – Durita Fríðadóttir Jensen


Tvímansleikur, menn:

Hallur Thorsteinsson/Fróði Fríðason Jensen – Pætur Albinus/Peter H. Niclasen


Tvímansleikur, kvinnur:

Henrietta Nielsen/Durita F. Jensen – Maria Albinus/Sólja H. Djurhuus


Blandaður tvímansleikur:

Hallur Thorsteinsson/Henrietta Nielsen – Fróði F. Jensen/Durita F. Jensen


Les eisini: Stórur finaludagur leygardagin