Myndina eigur Johnleif Gerðisá

Hesi eru 300 ár tilsamans

Øll búgva á Vesturskin - eldrasambýlinum á Toftum

Myndina eigur Johnleif Gerðisá

Nú seinnapartin í dag hevur Johnleif Gerðisá lagt eina heilt serstaka mynd út á Facebook-vangan, Túnatos í Nes kommunu.

 

Yvirskriftin er "Hesi eru 300 ár tilsamans".

 

- Hin 27. juni bleiv Lena Joensen 100 ár, og hin 18. oktober bleiv Jákup Mikal Mikkelsen 100 ár.

 

Og í dag, hin 11. november, fyllir Andrea Poulsen úr Saltangará 100 ár.

- Øll búgva á Vesturskin; har man vera gott at búgva. Tillukku Andrea, leggur Johnleif Gerðisá aftrat.

Vit kunnu leggja aftrat, at Vesturskin er eldrasambýlið á Toftum.

 

 

Myndina eigur Johnleif Gerðisá