Í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um hvørji feløgini eru tey, sum hava brúkt flestar av sínum egnu millum teir ellivu, ið spældi mest í farna kappingarári í Effo-deildini. Stór uppgerð í blaðnum í dag
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les eisini um Torkil Veyhe, sum nú er súkklari hálva tíð, eftir at hann hevur skift felag. Samrøða við 26 ára gamla súkklaran í blaðnum í dag.
Les eisini um hondbóltslandsliðið, sum tapti allar sínar dystir í venjingarkappingini í Póllandi, men fekk hart tiltrongdar royndir.
Les eisini um Brand Hendriksson Olsen, sum skoraði fyri Randers leygardagin. Hann er bersøgin um komandi landsdyst.
Les eisini um venjarakabalina, sum er um at ganga upp, ummælið av bókini ”Exit Parken”, stuttsøgd ítróttartíðindi og um heimliga kvinnuhondbóltin.