Hesi bilamerki selja mest í Føroyum

Trý bilamerki hava longu selt yvir 100 bilar í ár

Nýggj uppgerð frá Aktstovuni vísir, at frá januar til mai vóru 1012 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Hetta er næstan 18 prosent meira enn somu tíð í fjør.

Toyota hevur verið best seljandi bilamerki í ár. Fyrstu fimm mánaðirnir vóru 147 nýggir persónbilar hjá Toyota skrásettir. Volkswagen seldi 122 nýggjar persónbilar og Renault 101.

Les eisini: Nýggir bilar streyma út á vegirnar

Listin yvir 10 tey mest seldu bilamerkini í Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar er hesin:
1. Toyota 147
2. Volkswagen 122
3. Renault 101
4. Ford 80
5. Kia 76
6. Nissan 68
7. Volvo 67
8. Suzuki 60
9. Mitsubishi 48
10. Citroen 45
(Kelda: Akstovan)