Hesi 34 bjóða seg fram

Her eru valevnini, sum bjóða seg fram til teir 17 sessirnar, sum nú eru tøkir í Umboðsráðnum hjá Tryggingini

 

Í ár skulu 17 limir veljast til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Tilsamans eru 35 limir í umboðsráðnum og á valinum hesuferð, standa 17 teirra fyri vali.

 

Øll, sum hava trygging í felagnum, hava rætt at atkvøða og tey fáa atkvøðuseðil sendandi í næstu viku og hann skal vera tryggingini aftur í hendi í seinasta lagi 4. mars.

 

Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at vera aðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Aðalfundurin velur nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir ársroknskapin og ger møguligar viðtøkubroytingar.

 

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har m.a. yvirskipað strategisk átøk verða umrødd og virksemið verður eftirmett.

 

Endamálið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna er at umsita ognirnar á best møguligan hátt og í hesum sambandi, antin beinleiðis ella ígjøgnum annað felag, at eiga partapening í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum og øðrum feløgum og øðrum íløguvirksemi.

 

Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur TF Holding samtakið.

 

Virksemi hjá samtakinum er økt munandi seinastu árini og høvuðsfeløgini eru nú Tryggingarfelag Føroyar, Betri Pensjón og Eik banki, har Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur 70%.

 

Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi. Harumframt eru smærri feløg, sum arbeiða við íløguvirksemi, endurtrygging og fastognum.

 

Tryggingin hevur ikki viljað kunngjørt, hvørji valevnini eru, fyri ikki at ørkymla veljaran, áðrenn atkvøðuseðlarnir verða sendir. Men í morgun hava tey skift støðu og hava kunngjørt, hvørvi valevnini eru

 

Á einum lista, sum varð kunngjørdur í morgun, vóru 35 valevni, men síðani er ein dagførdur listi komin og har eru 34 valevni á

Og tey 34, sum bjóða seg fram sum valevni hesuferð, eru:

 

Annika Waag, Kráargøta 38, 700 Klaksvík

Arni Djurhuus Brattaberg, Geilin 99, 900 Vágur

Árni Jakobsen, Smærugøta 19, 100 Tórshavn

Bergur R. Dam Jensen, Bøgøta 3, 410 Kollafjørður

Birgir Nielsen, Skotarók 15, 100 Tórshavn

Dánjal Petur Nielsen, Stoffalág 156, 100 Tórshavn

Durita Djurholm, Millum Gilja 53, 188 Hoyvík

Emil Jacobsen, Skálavegur 193, 480 Skáli

Frankie Jensen, Millum Gilja 55, 188 Hoyvík

Gunn Reginsdóttir Joensen, Blómubrekka 146, 100 Tórshavn

Hallur Thomsen, Undir Kongavarða 110, 160 Argir

Hanus Jacobsen, í Tungu 13, 513 Syðrugøta

Hanus Toftheyggj, Nesvegur 22, 850 Hvalba

Heidi Kollsker, Andrasargøta 8, 188 Hoyvík

Ingeborg Godtfred, Garðsgøta 21, 160 Argir

Jákup Egholm Hansen, Bóndaheygur 9, 100 Tórshavn

Jákup Oluf á Lakjuni, Helnabrekka 9, 700 Klaksvík

Jákup Mørk, Kráarvegur 5, 100 Tórshavn

Jens Christian Olsen, Undir Nesinum 14, 650 Toftir

John Kruse, Traðarvegur 20, 380 Sørvágur

Jonhard Eliasen, Reynagøta 26, 100 Tórshavn

Jón Nielsen, Byrgisvegur 2, 350 Vestmanna

Jóhannus Danielsen, Høganesvegur 58, 650 Toftir

Karl Birgir Isaksen, Kráargøta 14, 700 Klaksvík

Magni Arge, Borgartún 2, 160 Argir

Niels Olaf Eyvindsson, Nesvegur 9, 850 Hvalba

Ólavur Samson, Kráargøta 76, 700 Klaksvík

Poul Klementsen, Heimasandsvegur 114, 210 Sandur

Ragnar Joensen, Miðhjallar 16, 360 Sandavágur

Robert Poulsen, Líðin 111, 410 Kollafjørður

Sigmar Davidsen, Hannugøta 2, 160 Argir

Súni í Hjøllum, Hjallarvegur 16, 650 Toftir

Tummas Eli Høj Joensen, Laðagøta 5, 490 Strendur

Uni Danielsen, Skraddaragøta 18, 188 Hoyvík