Í vinnuskránni hjá vinnuvitan.biz, sum kunnger roknskapir hjá øllum føroyskum vinnufeløgunum, ber til at síggja ymisk hagtøl. Eitt nú listan yvir, hvussu nógv vinningsbýti feløgini lata, ársúrslitið ella hvussu nógva løn tey gjalda.
Tá koronukreppan fór at gera um seg í Føroyum í mars, vóru tað fleiri stór feløg, sum vanliga tala stór vinningsbýti, eitt nú Bakkafrost og BankNordik, sum søgdu seg fyribils ikki fara at lata vinningsbýti fyri 2019 vegna óvissu framtíðarútlitini vegna koronusmittuna.
Eitt nú hevur Bakkafrost boðað frá, at felagið tekur støðu til vinningsbýti fyri 2019 í august, tá roknskapurin fyri fyrra hálvaár í ár er avgreiddur. Vanliga er Bakkafrost tað felagið, sum letur størst vinningsbýti – í 2018 var tað 403 milliónir krónur.
Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost, hevur áður sagt við in.fo, at tá Bakkafrost í 2010 varð skrásett á keypskálanum, og fólk og stovnar vóru boðin við at seta pening í felagið, varð sagt, at felagið hevði sum mál at gjalda millum 30% til 50% av yvirskotinum, aftan á skatt, út í vinningsbýti. Hann vísti eisini á, at ein stórur partur av yvirskotinum hjá Bakkafrost er farið til íløgur, eitt nú í Havsbrún í Fuglafirði, smoltstøðirnar á Viðareiði og við Strond í Klaksvík, nýggja virkið á Glyvrum og tey fýra stóru skipini, sum felagið hevur keypt umframt tvíkiljur – og síðani tá eisini virkið í Skotlandi, The Scottish Salmon Company, SSC, sum felagið keypti í fjør. Tilsamans hevur Bakkafrost goldið sínum eigarum 2,6 millardir krónur í vinningsbýti síðani 2007, og svarar tað tl 43,5 prosent av úrslitinum hesi árini, sum tilsamans hevur verið góðar 6 milliardir krónur. Nettosølan hesi árini hevur verið 18,2 milliardir krónur, og somu ár hevur felagið goldið 9,1 milliard krónur í lønum.
Umleið 25 prosent av roknskapunum fyri 2019 er nú at síggja í vinnuskránni hjá Vinnuvitan.biz. Freistin at lata roknskapir inn er ikki farin enn – og í ár kunnu væntast seinkingar, tí freistir eru útsettar vegna koronukreppuna.
Summi feløg eru partur av samtøkum. Eitt nú Betri Trygging P/f, Smyril Line Agency Sp/f, Betri Pensjón P/f og Havborg P/f. Tá fer vinningsbýtið ikki úr samtakinum men upp til móðurfelagið. Tá peningurin fer úr felagnum til eigararnar verður hann skattaður sum kapitalvinningur, sum er 35 prosen.
Her eru tey 25 virkini, sum higartil er tey, sum hava latið mest í vinningsbýti fyri 2019:
Nr. | Virki |
|
1 | Magn P/f | 33,1 mió kr |
2 | Betri Trygging P/f | 32,5 mió kr |
3 | Gundur´s Bussar Sp/f | 20,5 mió kr |
4 | Mest P/f | 20,0 mió kr |
5 | Duty Free P/f | 18,0 mió kr |
6 | Bygma Balslevs P/f | 15,0 mió kr |
7 | Formula P/f | 10,2 mió kr |
8 | Smyril Line Agency Sp/f | 10,0 mió kr |
9 | Pelagos P/f | 6,7 mió kr |
10 | S. M. S. P/f | 6,0 mió kr |
11 | Rainbow Seafood P/f | 5,4 mió kr |
12 | Betri Pensjón P/f | 5,1 mió kr |
13 | Matr. nr. 1326m Sp/f | 5,0 mió kr |
14 | Havborg P/f | 4,6 mió kr |
15 | 01.08.2018 Sp/f | 4,3 mió kr |
16 | Tavan Sp/f | 4,0 mió kr |
17 | Install Sp/f | 3,8 mió kr |
18 | FTZ Føroyar P/f | 3,8 mió kr |
19 | SK.Holding P/f | 3,5 mió kr |
20 | Íti Sp/f | 3,3 mió kr |
21 | Lemvigh-Müller P/f | 3,2 mió kr |
22 | Svend Krosstein P/F | 3,0 mió kr |
23 | Løvubetong P/f | 3,0 mió kr |
24 | Nisu Sp/f | 3,0 mió kr |
25 | 15. juni 2005 Sp/F | 3,0 mió kr |
Her síggja vit tey 25 feløgini (av teimum 25% av roknskapunum fyri 2019, sum eru í skipanini hjá vinnuvitan.biz), sum sambært vinnuskránni hjá Vinnuvitan.biz hava goldið mest í lønum í 2019:
1 | Mest P/f | 155,18 mió kr |
2 | Betri Banki P/f | 114,62 mió kr |
3 | Faroe Origin P/f | 90,39 mió kr mió kr |
4 | Smyril-Line P/f | 81,74 mió kr |
5 | S. M. S. P/f | 73,39 mió kr |
6 | Gist & Vist P/f | 70,62 mió kr |
7 | Enniberg P/f | 68,48 mió kr |
8 | Betri Trygging P/f | 67,16 mió kr |
9 | KJ Hydraulik P/f | 54,46 mió kr |
10 | 6. september 2006 P/f | 50,83 mió kr |
11 | PAM-Offshore Service P/f | 50,36 mió kr |
12 | Thor P/f | 46,45 mió kr |
13 | Formula P/f | 41,31 mió kr |
14 | Magn P/f | 40,83 mió kr |
15 | Mowi Faroes P/f | 40,82 mió kr |
16 | Nema P/f | 32,81 mió kr |
17 | Univice Sp/f | 31,00 mió kr |
18 | Borg P/f | 28,46 mió kr |
19 | Vága Floghavn P/f | 28,42 mió kr |
20 | Bygma Balslevs P/f | 28,14 mió kr |
21 | Pelagos P/f | 27,02 mió kr |
22 | Vaðhorn Seafood P/f | 25,21 mió kr |
23 | Demich P/f | 24,57 mió kr |
24 | Mariner Sp/f | 24,40 mió kr |
25 | MT Højgaard Føroyar P/f | 22,87 mió kr |
Her síggja vit ársúrslitini hjá teimum 25 bestu feløgunum, sum higartil eru komin í skipanina hjá vinnuvitan.biz fyri 2019:
1 | Betri Banki P/f | 102,82 mió kr |
2 | Smyril-Line P/f | 75,89 mió kr |
3 | Mowi Faroes P/f | 67,48 mió kr |
4 | Betri Trygging P/f | 65,14 mió kr |
5 | Magn P/f | 36,33 mió kr |
6 | Smyril Line Agency Sp/f | 33,66 mió kr |
7 | Pelagos P/f | 33,63 mió kr |
8 | Mest P/f | 31,27 mió kr |
9 | S. M. S. P/f | 20,26 mió kr |
10 | Bygma Balslev P/f | 19,80 mió kr |
11 | Farcod P/f | 18,51 mió kr |
12 | Duty Free P/f | 16,93 mió kr |
13 | Enniberg P/f | 16,14 mió kr |
14 | Trygd Tryggingarfelag P/f | 14,51 mió kr |
15 | Gist & Vist P/f | 12,86 mió kr |
16 | Thor P/f | 11,00 mió kr |
17 | Faroe Marine Products P/f | 10,74 mió kr |
18 | Formula P/f | 10,34 mió kr |
19 | Betri Pensjón P/f | 10,24 mió kr |
20 | Nema P/f | 10,15 mió kr |
21 | Gundur´s Bussar Sp/f | 9,44 mió kr |
22 | FureSea Sp/f | 9,00 mió kr |
23 | Løvubetong P/f | 8,82 mió kr |
24 | KJ Hydraulik P/f | 8,42 mió kr |
25 | Thor Contractors Sp/f | 8,32 mió kr |