Hesi 17 vórðu vald í Tryggingina

Nú er úrslitið greitt av valinum til umboðsráðið hjá Tryggingini

Tað var stór undirtøka fyri valinum til Umboðsráðið hjá Tryggingini.

Tað skuldu veljast 17 nýggir limir í Umboðsráðið og meira enn ein triðingur av tryggingartakarunum tót lut í valinum

 

35 fólk stillaðu upp til valið.

 Heili 8.177 atkvøður vóru komnar inn, tá freistin var úti týsdagin. Tilsamans vóru 23.226 atkvøður hjá tryggingartakarunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum leysar. Hetta er ein valluttøka á 35,2%.

 

Flest atkvøður fekk Ingeborg Godtfred, sum longu hevur sitið trý valskeið í Umboðsráðnum. Ingeborg, sum fekk heili 940 persónligar atkvøður, situr eisini í løtuni í nevndini hjá TF Holding. Seks av valdu limunum hava ikki sitið í Umboðsráðnum fyrr, meðan 11 eru endurvald.

 

Teir 17 limirnir, sum eru valdir inn í Umboðsráðið hesuferð eru:

Navn:                                            Atkvøður:

Ingeborg Godtfred

940

Magni Arge

409

Súni í Hjøllum

397

Karl Birgir Isaksen

374

John Kruse

373

Jákup Egholm Hansen

355

Arni Djurhuus Brattaberg

329

Annika Waag

301

Hanus Toftheyggj

295

Jóhannus Danielsen

292

Dánjal Petur Nielsen

289

Birgir Nielsen

286

Uni Danielsen

279

Niels Olaf Eyvindsson

264

Hallur Thomsen

262

Jákup Oluf á Lakjuni

218

Árni Jakobsen

217

 

Hesi vórðu ikki vald:

Hesi vóru ikki vald á hesum sinni:

Ólavur Samson212
Emil Jacobsen195
Frankie Jensen191
Durita Djurholm187
Heidi Kollsker178
Jón Nielsen154
Robert Poulsen141
Hanus Jacobsen138
Jonhard Eliasen125
Gunn Reginsdóttir Joensen121
Jákup Mørk111
Jens Christian Olsen111
Poul Klementsen106
Bergur R. Dam Jensen93
Tummas Eli Høj Joensen85
Páll Bjartur Weihe66
Sigmar Davidsen42
Ragnar Joensen41

Hetta var fyrsta Umboðsráðsvalið, har allir tryggingartakarar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum fingu atkvøðuseðil sendandi við postinum.


Til valini, sum hava verið higartil, hevur tryggingartakarin sjálvur verið noyddur at biðja um atkvøðuseðil.


Tryggingin sigur, at broytingin vísir tí eina munandi øking í undirtøkuni til Umboðsráðvalið. Heilar 8.177 atkvøður komu inn í ár, meðan 3.997 komu inn til síðsta val í 2012.