Føroysku U18-genturnar lótu ongan iva vera um, hvat lið var best í menningarkappingini í Litava. Úrslitið í seinasta dystinum gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur á Estlandi, skrivar fsf.fo.
U18-landsliðið við gentum gjørdi av álvara reint borð, og ruddaði alla mótstøðu av vegnum í UEFA menningarkappingini í Litava. Eftir tríggjar dystir ímóti Estlandi, Lettlandi og Litava, gjørdist endaliga úrslitið 9 stig og málmunin 12-0.
- Hetta kann man als ikki vera ónøgdur við. Serliga eri eg glaður fyri, at allar 18 í hópinum hava spælt eina góða kapping, og hesir dystirnir hava eisini prógvað, at breiddin er til staðar, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen, stendur á odda fyri U18-landsliðnum við gentum.
Úrslitini í UEFA menningarkappingini í Litava:
Litava – Estland 2-2*
* Litava vann eftir brotssparkskapping, og fær 2 stig, meðan Estland fær 1 stig.
Lettland – Føroyar 0-6
Estland – Lettland 1-3
Litava – Føroyar 0-3
Lettland – Litava 0-4
Føroyar – Estland 3-0
Støðan
1. Føroyar 9 stig
2. Litava 5 stig
3. Lettland 3 stig
4. Estland 1 stig










